Tíðindi »

Atlantsfarið er komið á Fuglafjørð

Atlantsfarið er komið á Fuglafjørð

18/11/2014 – 00:55

Atlantsfarið kom á Fuglafjørð fyrr í kvøld. Teir bíða eftir at Fagraberg verður liðugur. Atlantsfarið hevur 900 tons av makreli. Teir skulu landa til Pelagos

Les alla grein »
Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Fiskivinna, Tíðindi »

Atlantsfarið er komið á Fuglafjørð

18/11/2014 – 00:55

Atlantsfarið 150x150 Atlantsfarið er komið á FuglafjørðAtlantsfarið kom á Fuglafjørð fyrr í kvøld. Teir bíða eftir at Fagraberg verður liðugur. Atlantsfarið hevur 900 tons av makreli. Teir skulu landa til Pelagos

Skeið í leirskulpturum

17/11/2014 – 09:00

Fuglafjarðar kvøldskúli skipar fyri skeiðið í leirskulpturar
Tað verða 2 skeið og verða tey vikuskifti 21. og 22. nov. 2014 og 20. og 21. feb. 2015
Kostnaðurin er 200 kr.
Lærari er Guðrið Poulsen.
Tilmelding til Fuglafjarðar kvøldskúli tlf. 238010

Fagraberg er á veg heim

15/11/2014 – 14:22
Fagraberg er á veg heim

Fagraberg er farin at sigla heim, teir hava 1.400 tons av makreli. Fagraberg verður á Fuglafirði fyrrapartin í morgin.
Veiðan verður løgd upp til Pelagos

Brendelen og Father Mckee

11/11/2014 – 13:33

Brendelen og Father Mckee, landa 700 tons tilsamans til Pelagos, teir hava sild

Akraberg farin avstað.

10/11/2014 – 17:01

Akraberg er farin nýggjan túr, hesaferð fara teir í Barentshavið at royna

Atlantsfarið bíðar eftir landingartørni

10/11/2014 – 10:01

Atantsfarið er komin á Fuglafjørð við uml. 300 tonsum.
Asbjørn Senior liggur og landar í løtuni, vantandi verður byrjað at landa Atlantsfarið í morgun.

Lesarin spyr

07/11/2014 – 04:44

Onkur lesari hevur sent okkum spurningin, “Hvar finnur man tónleikin á síðuni?”. Sum myndin vísir, so skal bjálkin ovast á síðuni nýtast, tá lurtast skal eftir tónleiki.

Hvar liggur tónleikur Lesarin spyr

 

Móttøka fyri Kristinu T. Larsen

06/11/2014 – 22:51

Í morgin kl. 14-16 verður móttøka á Bátasavninum í Leirvík fyri Kristinu T. Larsen, sum júst er byrjað í starvi sum leiðari fyri Heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Heimatænastan umfevnir eldraøkið, ið verður yvirtikið …

Asbjørn Senior á veg á Fuglafjørð

06/11/2014 – 22:23

Asbjørn Senior er á veg á Fuglafjørð við umleið 900 tonsum av makrel.
Teir koma at bíða eftir landingstørni. Atlantsfarið verður liðugur at landa í kvøld og so sleppur Isafold framat.

2 skip á veg til Fuglafjarðar at landa

05/11/2014 – 23:29

Í morgin kemur Atlantsfarið á Fuglafjørð við umleið 300 tonsum av sild.
Danska skipið Isafold, ið eisini er á veg, hevur somuleiðis sild og hava teir umleið 900 tons.
Veiðan hjá báðum skipunum verður løgd upp til …

Samrøður um mat í Mentanarhúsinum

05/11/2014 – 23:17

Í morgin 6 nov., verður fyrsti fyrilestur um mat í Mentanarhúsinum.
Mortan Í Hamrabyrgi og Leif Sørensen fara at tosa um føroyska matmentan, gastronomi og virksemi hjá Leif, bæði søguliga, men ikki minst frameftir og um …

3 størv til húsavarðatoymi leys at søkja:

04/11/2014 – 13:11

Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at skipa umsjónina og viðlíkahald av kommunalum bygningum í eitt húsavarðatoymi fyribils við 4 starvsfólkum, og í hesum lýsir kommunan 3 størv leys til setan tann 01. desember 2014 …

Felags foreldrafundur í kvøld

04/11/2014 – 06:00

Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi í Mentanarhúsinum í kvøld kl. 19.00.
Á skránni verður fyrilestur hjá Brynhild Høgnadóttir um ferðslutrygd, ársfrágreiðning frá skúlastýrinum og tónleikaframførsla hjá næmingum.

Asbjørn Senior á veg á Fuglafjørð

01/11/2014 – 22:36

Asbjørn Senior kemur á Fuglafjørð fyrrapartin í morgin við 800 tonsum.
Teir skullu landa til Pelagos

Wilde Jagd

31/10/2014 – 15:56

Tað eru nakrar myndir, sum vit hava sæð, ið hava fest seg í hugan, sum vit aldri gloyma. Øll, sum hava sæð skríggið av Edv. Munch bert einaferð, gloyma aldri hesa mynd. Hon livir í …

Akraberg ger klárt at fara avstað

31/10/2014 – 14:00

Akraberg hevur seinastu tíðina ligið á Klaksvík, har teir hava fingið ísett 2 nýggjar heysarar.
Skipið verður væntandi liðugt í dag.
Tá teir loysa fara teir í barentshavid at royna.

Add files