Springarar løgdu beinini

Stutt fyri døgurða løgdu nakrir springarar beinini.Av tí at  hildið varð til, áðrenn loyvið varð givið til tess, verða teir  30 hvalirnir ikki býttir í drápspartar, men til ellisheim og eldrasambýlir.Myndafrásøgn frá drápinum sæst undir “les meira”.

Um drápið skrivar Dimmalætting:ShimRandi Jacobsen – email: [email protected]
Fríggjadagur 29. september 2006, kl. 13.28
188/129 – Heimatíðindi ShimBeint fyri døgurða í dag varð ein bólkur av springarum rikin inn á Fuglafjørð, har 29 springarar løgdu beinini.
Men hvørki teir, sum luttóku í rakstrinum ella drupu, fingu ein bita.  Hesa avgerð tók sýslumaðurin, tí hann ikki fekk boðini, fyrr enn springararnir vóru komnir heilt inn.
Rætta  mannagongdin er at boða sýslumannin frá, so hann kann taka støðu til,  um loyvi skal gevast til at drepa, og um so er á hvørjari hvalvág.  Grindaformenninir skuldu eisini hava boð, tí teir hava uppgávuna at  skipa fyri rakstrinum og drápinum.  Ta ið politiið kom til Fuglafjarðar, vóru teir longu við at drepa sprimngararnar.
Kristian  Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoynni var sera misnøgdur viðð, at  eing boð komu, og hann tók beinanvegin  vgerðina, at í hesum førinum  skuldi ikki skiftast, hvørki í drápspartar  ella heimapartar. Alt tvøstið  skuldi latast eldrabýlunum í oynni.
Kristian Martin Joensen sigur,  at henda heningin heilt vist fær eftirspæl. Um ákæra verður reist, er ov  tíðliga at siga enn, men politiið fer nú at kanna, hvørjir høvdu  ábyrgdina. Sum skilst vóru eisini fleiri fuglfirðingar ímóti at drepa spirngararnar í dag og vildu ikki luttaka í drápinum.