Eitt sum ongan góðan eigur

Tað fyrsta sum bjóðar tær vælkomnum til Fuglafjarðar er hesin bygningur.Bygningurin liggur bert fáar metrar frá bygdamarkinum.

Fuglafjarðar kommuna keypti bygningin, táið Havnar Timburhandil flutti inn á Ídnaðarøkið, við tí grundgeving, at økið sum hesin  bygningur stóð á ikki kundi brúkast til ídnað og handil.Avgerðin varð skilagóð.Sum tað sær út, so er eingin sum hevur hugflog til at brúka henda bygning skilagott.  Bygningurin liggur gott fyri og hevur gott parkeringsøkið.

Tað sær út sum um hann ongan góðan eigur – spell er, tí her eigur skilagott virksemi at hava møguleikar.

 

[03.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]