Ein vakur dagur

Hóast veðurlagið hevur verið heldur baldrut í ár, so kunnu vit tó frøðast yvir tær løturnar sum eru góðar.Hósdagurin var ein av teimum góðu. Kuldi var í luftini, kavi í fjøllunum, men sólin vísti seg frá síni blíðu síðu. Vit frískaðust upp av hesum lívgevandi strálum. Ein sólarglotti í køldu myrku tíðini frískar upp og gevur megið til sál og sinnið.

 

[11.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]