Føroyingahavnin

Ein av okkara trúgvu vitjandi hevur sent okkum nakrar myndir sum hann hevur tikið í Føroyingahavnini yviri í  Grønlandi. Myndirnar eru tiknar 22. maj 2002, á føðingardegnum hjá myndatakaranum.

Magnus Jacobsen (Magnus hjá Jóhannus og Irenu) hevur sent okkum nakrar vakrar myndir úr Føroyingahavnini. Vit hildu, at lesarar okkara skuldu sleppa at síggja tær.

 

Føroyingahavnin var arbeiðsplássið hjá nógvum føroyingum í nógv ár, antin sum arbeiðandi uppi á landi, ella sum sjómaður. Nógvar kvinnur arbeiddu eisini í Føroyingahavnini. Mangt eitt húskið í Føroyum, eisini í Fuglafirði, fekk ársinntøkuna á hesum plássi. Hetta arbeiðspláss var eins og ein partur av Føroyum. Her høvdu vit serrættindir, og nýttu eisini gott av tí.

Í dag er Føroyingahavnin mest at líkna við ein spøkilsisbý. Eitt annað “Clondyke” í Grønlandi. Her omanfyri eru 2 myndir av sjómansheiminum, sum tað sær út í dag. Eitt sundursorlað hús har einki glassplintur er eftir í vindeygunum.

Her er ein mynd av Gomlu Føroyingahavnini.

Magnus greiðir frá, at í reyða bygningurin, norska Velfarshúsið, var bert plátan í biliardborðinum framvegis heil, men hon
er eisini úr massivum gróti. Mangt var at finna í pappírs hurlivasanum, millum annað kom hann fram á gamlar  arbeiðsseðlar hjá Petur Larsen.

Óiva fáa hesar myndir hugin at reika hjá mongum. Fram í minni koma bæði góðar og ringar løtur. Men tíbetur eru vit so
innrættaði, at tær góðu standa klárari og hava lyndi til at troka seg fram á fyrstaplássið.

Myndirnar hevur Magnus tikið í 2002 tá ið hann fiskaði krabbar við gomlu Norðborg. Teir fóru inn til Polaroil, sum liggur við Føroyingahavnina at bunkra. Grundin til at teir valdu Polairoil , og ikki Nuk, var einamest fyri at behalda grønlendsku manningina.

Í  klettin hava mangir føroyingar málað navn sítt. Tíverri hevði hann onga mynd av hesum. Hann greiðir eisini frá, at teir einaferð komu framvið einum skeri, har navnið Willy Feilberg var málað. Um so er, at tað er Willy úr Fuglafirði sum hevur málað, so er tað langt síðani.

Magnus er í dag vorin landkrabbi og býr í kongens København, har hann arbeiðir sum skúlavørur í skúlanum á Skolen på Lacours vej. Um hann hevur funnið sær sína føstu hyll í lívinum har, er hann ikki heilt greiður yvir, men eg ivist ikki í, at hugur hansara ofta er í Fuglafirði. Eisini plagar hann javnan at vitja aftur á steinarnar.

Líka  so hugaligt tað er hjá útisetum at fáa tíðindi heimanífrá. Líka gott er tað hjá okkum her heima, at hoyra frá tykkum útisetum.

 

[27.03.2007 – Jóhan Heri Joensen]