fuglafjordur.com

Heimasíðan fuglafjordur.com hevur verið sera tigandi seinastu tíðina.

Onkur er óivað glaður um at so er.

Men  fleiri eru tey sum fegin vildu, at meira lív var í. Vit vita at útisetar hava verið sera fegnir um henda portal, og eisini eru tað tey sum heima eru, sum hava áhuga í samfelagsviðurskiftum.

Tað sum byggir eitt samfelag upp er rós, og ikki minst (uppbyggjandi) rís har tað er á røttum stað og til rætta tíð. Henda síðan hevði hettar sum málsetning táið byrjað varð:

At rósa, har rós var uppiborðin og, at tora at koma við atfinningum, – atfinningum sum høvdu hald í verðuleikanum – men ikki túnatos.
Vit halda, at vit hava livað upp til tað endamál vit settu okkum. Vitjanartalið prógvar eisini at so var. Táið síðan verðuliga koyrdi høvdu vit dagliga uml. 900 vitjandi dagliga.

Í dag koyra vit við sera lágum blussi, og skriva bert um tað sum áhugaði senda inn til okkara, men framvegis er vitjunartalið omanfyri 200 hvønn dag. Roknskapurin vísir eitt lítið áhugavert minus, so at løna einum rættlesara er ikki hugsingur um (tíverri).

 

[23.09.2007 – Jóhan Heri Joensen]