Lylli og Niels tulka Evert Taube á føroyskum.

Nú  um dagarnar kom fløga út í Fuglafirði við løgum av Evert Taube, sum Lylli og Niels syngja. Tað er hugaligt at svá er. Sangur er gyltað eygað á heimspallinum líka úr Manchurínum, um Fløtugerði (her býr Lylli) og norður um Kirkjurygg (her býr Niels).

Hetta  er urljóð, sum dettur um varrakant á mannabørnum, sum Evert Taube ognaði sær frá ungum árum av. Tú kanst hoyra fólkaløg úr Manchurínum eins og komu hesi úr innasta kjøtkróki í hjartanum, sum Kári Sverrisson umrøddi fyri tíð síðani í útvarpinum. Hetta er tráanin eftir at tulka kosmiska medvitið so langt til ber í hesum alheims rúmdarskála.

Norðan  fyri Kirkjurygg býr heimsspekingurin og fróðarmaðurin Niels Midjord. Hann hevur hetta inniliga yvir sær, sum tú bert sæst hjá munkum úr Tibet og Burma. Friðarmaður, sum goymir seg ímillum litað orð t. d. hjá Evert Taube og í sálmakendum løgum, ið sprottin eru í barokktíðini, sum hann saman við Lylla og strandingunum,  Símun Rasmussen og Berint Rasmussen,  hava latið úr hondum. Kingoløg undir heitinum: Kingomenn. Hetta er eitt dygdarverk, sum var í tøkum tíma, at hetta kom út. Vit eru tess ríkari. Øll tjóðin er ríkari.

Flestu  yrkingarnar á fløguni, sum nú er komin út, hevur Niels týtt, og eg má siga, at hetta hevur hepnast honum stak væl, og er hetta gróðrarmikið ljóð, sum vit nú øll eiga.. Alexandur Kristiansen og Gunnleif Thomsen eiga hvør sína, og er hetta bara soleiðis at skilja, at soleiðis er tað millum fjøll í Fuglafirði, har fólk í kosmiskum anda sita heima við hús og lurta eftir sálarkvørnini, sum melur dag og nátt og tað, sum verður latið í tað poetiska kvarnareygað, kemur út sum góðtt tøgg í orðum, tónleiki og yrkingum.

Tað, sum eisini er  forkunnugt  við hesari fløgu, er, at hon er tikin upp í Høvdahúsinum, sum munnu vera millum elstu hús í Eysturoynni. Tey stóðu norðuri á Høvda, vórðu tikin niður og reist aftur omanvert bókasavnið. Gud viti, hvat bróstini í
hesari smáttu hava sagt, tá ið Lylli og Niels hava sitið og sungið hesi løg undir hesum bitum. Tey goyma óiva at onkrum kingolag frá farnari tíð, men stumm eru tey í kvistum og notum, men hava óivað fylgt við sínum kingoeygum og brosa, tá ið teir hava sitið á bríkini og givið ljóð í yrkingunum av Evert Taube.

Nú er at siga,  sum sangurin er borin fram, er hann fólkakendur. Hugsi, teir báðir, Lylli og Niels, sampakka  væl, tá ið teir bera hesi løg fram og Niels, við  sínum vallingum í gittarspælinumn, sleppur væl inn ígjøgnum nálareygað  til gamla Evert Taube, sum nú situr fróður og glaður í einum av kvistunum í Høvdahúsinum og kínir Nielsi og Lylla í teirra tráan eftir at nøra um okkara sangskatt.

Tað  er altíð gott, tá ið presturin ikki tekur feil av stólinum. Tað kann eisini verða tað øvuta, men her er alt á rættum “vísustóli”. Evert Taube, Høvdahúsini, Alexandur, Gunnleif, Lylli og Niels. Hetta er úr Fuglafirði í novembur. Ein góð jólagáva, at lata vinum og kenningum.

Baldur  Kampmann hevur tikið upp, ljóðblandað og Jón Svein Heinesen hevur tikið upp nr. 8-11 í Útvarpinumn. Skála hevði dámt væl hesa upptøku og verið stoltur yvir, at Høvdahúsini eisini kundu nýtast til eitt studio. Tað
var hann, sum átti Høvdahúsini.

Fløgan, sum eg siti við, er eitt valaverk.  Hjartaliga til lukku við hesum ljóði.

 

Frits Johannesen