Skútan Erla

Einaferð var tak yvir.

Nú er báturin pakkaður inn í ein segldúk.

Hendir nakað her, ella er skútan uppgivin?

 

Fólk flest halda óivað, at her er steðgur komin í. Fyri tann sum ikki fer nærri at kanna, er tað tað mest sannlíka, men so er ikki. Dagliga verður arbeitt uppá bátin Erlu, sum heilt vist skrivar søgu í hesum døgum. Hetta er uttan iva seinasta timburskúta sum verður gjørd so grundleggjandi í stand her í Fuglafirði.

Magnus  hevur sett sær sum mál at gera bátin í stand, soleiðis at hann einaferð kann sigla um firðir og sund við hesi komandi snotiligu skútu. Meinbogar hava verið á vegnum, soleiðis at tíðarætlanin ikki helt. Stormur seinasta vetur tók yvirtromina, men tíbetur hendi ikki annar skaði av tí enn, at Erla misti tak yvir høvdið.

Nú er aftur turt og gott at arbeiða. Ein  av Føroya seinastu skipstimbrarum, Eli Joensen úr Leirvík , stendur her í djúpum tonkum og leggur eina ál afturat meistaraverkinum. Vinkul og vatirpas verður ikki brúkt í skipasmíði. Skipasmíð er í verðuleikanum satt listahandverk.

Hóast tað tykist sum um, at lítið og einki hendir, so er nógv gjørt. Tað grundleggjandi fundamentið er klárt, nú er vist komið um tað tyngsta.

Her situr Magnus í djúpum tonkum. Nógv er at hugsað um, men stevnumiðið er at sjóseta hesa skútuna skjótast gjørligt.
Tað munnu tó vera tey fáu sum hugsað um tað søguliga í hesi endurbygging. Tað verður í øllum førum ikki fleiri ferðir, at eitt slíkt megnaravrik aftur verður gjørt í Fuglafirði

Í dag verða skip ikki bygd í timbur. Tað er plastikk og jarn sum eru einaráðandi –  timburskip er søga. Timburskipini hava tó nakað yvir sær sum jarn og plastikk ikki kunnu breggja sær av, tey anga av sál og yndi. Jarn og plastikk angar av køldum profitti við ongari sál.

[03.06.2008 – Jóhan Heri Joensen]