Far væl um náttúruna

Varmakeldan er av.

Tað  vil altíð vera so, at okkurt er at frøast um, og so er okkurt í hinum endanum. Í flestu førum verður tað óhepna gjørt uttan baktanka.

Sjálvt  vit sum komin eru uppí árini hava okkurt at minnast á, sum vit helst ynsktu ógjørt. Soleiðis er eisini í dag, og tað vil eisini framyvir verða soleiðis, men vit kunnu altíð vísa á hvat er rætt og hvat er skeivt.

Onkustaðni í býnum standa standa vøkur stór trøð eitt av teimum er hettar. Hetta  ahorntræðið man verða javngamalt við Fuglafjarðar kommunu 90 ár ella har áleið. Ahorntrøð skuldu havt ein livialdur uppá eini 150 ár, so træðið her skuldið havt nógv góð ár eftir enn, um vit geva tíð umstøðurnar og virða tað.

 

Tíverri stuttleikaðu unglingar sær ov  nógv uppií hesum træði nú  um stevnuna. Eg eri greiður yvir, at ætlan teirra var ikki herverk, men tíverri lógu hesar greinar í túninum eftir teirra hugna í trænum.

Minnist til, at hesin prýðislutur hevur brúkt útivið 90 ár fyri at prýða um tín gerandisdag. Fyri mong tykist hettar sum tvætl, hettar er bert ein stór grein sum er brotin.

Jú, rætt hevur tú hettar er bert ein grein, men hon hevur eisini havt nógv ár til at blíva til hesa grein

Eg vóni at henda grein letur eyguni upp fyri tí sum vakurt er, og at fyrilit verður tikið í hugnaligum løtum.

Lat okkum øll í felag virða allan vakran vøkstur í umhvørvi okkara.