Meira tónleikur á síðuni

Í 1999 gav Siloa kórið út eina fløgu sum bar heiti: Nú ljósur er mín vegur. Sølan  av fløguni hevur gingið væl, og eru bert nakrar fáar eftir, so um tú ynskir at ogna tær fløguna sjálva so mást tú gera tað skjótt.

Við loyvið frá kórleiðaranum hava vit lagt sangirnar út á síðuna. Ynskir tú at hoyra vakra sangin meðan tú situr við telduna og arbeiðir, so finnast leinkjurnar í høgra bredda.

 

[31.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]