Tunnil: Kambsdalur – Millum fjarða

31. juli í ár bórust tey tíðindi, at Fuglafjørður sleppur neyvan at fíggja tunnil við bummgjaldi.

Alt  bendur nú á, at nýggj samgonga verður skipað í komandi viku, kósin hjá teirri nýggju samgonguni verður ikki tann sama sum hjá fráfarandi, tað er tí at vónað, at roynt verður enn einaferð at fáa hettar málið avgreitt.

Tunnilin  verður 2,3 km, og varð hann longu tíðliga í 80unum mettur at vera ein sera skilagóð íløga, varð hon tað tá so er hon ikki minni skilagóð í dag.

 

[21.09.2008 – Jóhan Heri Joensen]