Minnisrit um KJ Hydraulik

Minnisritið ”Hugur og hegni” um virkið KJ Hydraulik og stovnaran Kára Johannesen verður lagt fram í dag á Kambsdali.

Í  sambandi við at 30 ár eru síðani virkið KJ Hydraulik varð sett á stovn, hevur Lillian í Lambanum skrivað minnisrit um virkið og stovnaran Kára Johannesen. Minnisritið ”Hugur og hegni” er skipað í tíðarrøð, har fyrri parturin er ein lýsing av lívinum hjá Kára Johannesen, sum doyði bert 52 ára gamal. Seinni parturin av bókini lýsir virkið KJ Hydraulik, sum í
fleiri mátar var lívsverkið hjá Kára Johannesen.

Bókin verður løgd fram í dag klokkan 14 í niðaru lon hjá KJ Hydraulik á Kambsdali

 

 

[28.11.2008 – Jóhan Heri Joensen]