Leiðari settur til Mentanarhúsið

Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur tað seinasta árið stremba eftir at skapa karmar fyri einum fjølbroyttum úrvali av mentanarligum tiltøkum, bæði vinnuligum, almennum og privatum. Tí varð søkt eftir dagligum leiðari til húsið, og
er Sámal Torstein Olsen settur í starv sum leiðari í Mentanarhúsinum.

Torstein er 30 ára gamal, hevur tey seinastu 3 árini starvast í Norðurlandahúsinum, og tekur hann við starvinum 18. Mai.

Ein av fremstu uppgávunum hjá leiðaranum verður at menna og útbyggja tænasturnar í húsinum. Eisini  uppgávur sum skipan og samskipan av tiltøkum fer at standa frammalaga.

Torstein fer at standa fyri samskiftinum úteftir og at røkja og menna heimasíðuna og ymsar samskiftisprofilar.

Almenn móttøka verður fyri nýggja leiðaranum leygardagin 23. mai kl. 14.00.

[01.05.2009 – Jóhan Heri Joensen]