Tú skalt eiga morgindagin

Á  eini sera hugnaligari løtu, í Mentanarhúsinum í gjárkvøldið 02 mai, sungu Niels Midjord og Lív Næs nakrar av vísunum á nýútkomnu fløgu teirra, sum ber heiti: Tú skalt eiga morgindagin.

(Tíverri so er myndagóðskan ikki tann besta. Fototólið vildi ikki tað sum eg vildi.)

Á fløguni tulka Niels og Lív vísurnar hjá Alf Prøysen.

Niels  hevur meistarliga umsett allar vísurnar til føroyskt. Við hjálp frá Lív megna tey bæði verðuliga at seta dám á við framførslu teirra.

Salurin  í Mentanarhúsinum varð fullsettur, táið nýggja Duoin, við framførslu síni byrjaði at syngja seg inní hjørtu okkara. Hvøllu lógvabrestirnir bóru sín greiða boskap um, hvussu nøgd áhoyrarafjøldin varð fyri avrik teirra.

Niels er altíð góður, lítillátin arbeiðir hann altíð sera seriøst við øllum tí hann fer í holt við, at hann so í hesum føri hevur
funnið Lív at hjálpa sær, má sigast vera væl leitað. Tí so ymisk tey eru so hóska tey bæði so ótrúliga væl saman.

Lív við síni elskuligu, fittu og reinu songrødd, tað varð ein sonn gleði at lýða á vakra framburðin. Niels  er sami Niels, sum fyri langari tíð síðani, lítillátin, hevur prógva sítt listarliga virði, og fest seg í huga okkara, ein dýrgripur í lítla samfelagi okkara.

At tvey so ymisk finna saman og borreiða við so  góðum undirhaldi, sum Niels og Lív gjørdu leygarkvøldið, er nakað sum
sjálvdan hendir – framførslan hevur alla rós uppiborið. Ja sjálvt kjólin hjá Lív, sum mamman hevði bundið – hóskaði til løtuna og góðu vísurnar hjá Alf Preusen.

Framførslan vísti tíðuliga hvussu tit bæði við lív og sál arbeiddu fyri tónleikinum og tulkingini av vísunum.

Tit eiga eina stóra tøkk fyri eina framúr góða løtu.

Fløgan fæst til keyps í handlunum.

NB:
Tú fært verðuliga nakað fyri peningin.

 

[03.05.2009 – Jóhan Heri Joensen]