Seyðasýning

Seyðasýning hevur í nøkur ár verið fastur táttur í Fuglafirði.

Tað  er bert at fegnast um,  at teir sum fáast við seyð grundiga ganga til verka og velja tann seyð sum bestu arvaeginleikar hevur at bera ættina víðari.

Fjallmenn hava altíð havt ættarbregið í huganum, men seinnu árini hevur henda røkt verið meira skipað.

Vit hava nakrar myndir frá sýningini sum var 23 oktober í ár.

Sýningin fór fram í seyðhúsinum hjá Jan Erik Jacobsen (Øramonnunum). Húsið  er sera nosligt og atkomumøguleikarnir eru góðir, so áhugavert varð at fylgja við hvussu menn við serkunnleika: skoðaðu, máldu og føldu uppá seyðin.

Úrslitið bleiv
Nr.1 Klemman 17.50
Nr.2 Innandalshagi 17.00
Nr.3 Rustin 16.25
Nr.4 Gjógvarahagi 15.00,,,mátini um mjóðryggjin vóru avgerðandi fyri, hvat Nr.hagin bleiv,,,81.2
Nr.5 Góðadalur 15.00.. 80.0
Nr.6 Fjalli 15.00.. 79.2
Nr.7 Halgadalur 13.00
Nr.8 Skarðhagi 12.50,,,eitt lamb møtti ikki til sýning og trekti tað niður í tí samlaða miðaltalinum

Steypini fullu soleiðis:
Innandalshagi: Einar Hansen steyp nr. 1
Fjalli: Martin Kristjánson steyp nr. 2
Innandalshagi: Evald Johannesen steyp nr. 3

Vakrasti veðrur: Heini Mohr steyp,,,, vakrasti veðrur

Samanlagt besti hagi: Klemman/Mouritz Mohr steyp,,,, besti hagi

Bestu røktingarmenn: Klemman Finnur Gudmundson og Høgni Houmann steyp,,, ferðasteypið fór Klemman við í ár, og hava teir tað til næstu seyðasýning ið verður komandi ár.

 

[08.11.2009 – Jóhan Heri Joensen]