Sjúkrakassarnir

Sera beinrakið lýsir Frits Johannesen í hesi grein, hvussu lokalir okkara landspolittikarar eru.

Sjúkrakassarnir

Mangt  er løgið, ja, mangt og mikið er løgið. Vit høvdu eina góða skipan við sjúkrakassunum kring landið. Ein skipan, sum hevði sítt festi í bygdasálum, bygdaløgum, býarstøðum og so samhaldsfast. Hetta vaks fram í fólksligum anda við  bygdafólkum og býarbørnum – borið uppi við vanligari mannahugsan, tá ið tað t. d. um rakstur galt. Nei, hann komi
til mín, hetta, sum hevur virkað stak væl í ár so mong, skal nú takast av. Eingin tekur eina góða ær av, ella ger ein vánaligan brund upp. Nú skal orðið samhaldsfast brúkast bæði til knettir og frikadellur, til kassar, heilsutrygd og vera til eitt skálkaskjól, nú okkara kæru býar – og bygdasligu sjúkrakassar skulu í søguna.

Hví  taka tit nakað av sum “fungerar”? Vit vita, hvat vit hava og vita ikki, hvat vit fáa. Orðið bygdamenning hevur verið á hvønn mans vørrum í fleiri ár. Eg hugsaði mítt, tá ið rópt verður upp um tað, so gongur tað tann skeiva vegin. Postboðini vóru avsøgd, sjúkrakassarnir eru avsagdir og at vera a útoyggj í dag, tað er eitt tógvið stríð. Sjúkrakassin lívgaði um tína fatan, at her var nakað, sum hevði sítt festi í býar- og bygdasligum anda. Postboðini vóru eisini ein partur av tínum medviti. Nú kemur posturin á stummari nátt, og tú veitst ikki, hvør kemur við honum. Jú, tað skal vera samhaldsfast á einum fremmandum støði, so streymlinjað uttan sál og anda.

Í morgun bórust tíðindi at  Heilsutrygd skal leiga seg inn í Klaskvík, og fólk bjóðau seg fram í Klaksvík at taka ímóti hesum samhaldsfasta sjúkrakassa, sum hevur mist sína bygdasligu sál. Samhaldsfastur merkir – sum hevur samábyrgd og
samstøðu við onnur(Móðirmálsorðabókin)

Hevði  Aksel Johannesen, landstýrismaður, havt samábyrgd, so legði hann ikki Heilsutrygd í Klaksvík, men í Fuglafirði. Her eigur sjúkrakassin eini góð hús til endamálið. Gevið gatur: Sjúkrakassin eigur eini stór og góð hús í Fuglafirði. “Aksel, her vóru fleiri túsundir at spara í krónum og oyrum, men her tykist tað mær, at tú spærir dálan og letur skillingin ganga!” Sjúkrakassi Fuglafjarðar Læknadømis er bíligasti rikni sjúkrakassi í landinum. Dinna Poulsen, sum hevur røkt henda kassa, veit um nógv at siga. Her hevur tú stjóran longu, og húsini eru klár at flyta inn í. Hevur Aksel samstøðu við tað bygdasliga, ella at dríva heilsutrygd so bíliga sum gjørligt, so leggur hann ikki Heilsutrygd í Klaksvík, men í Fuglafirði.

Annars  takki eg Dinnu, Petur Martin Petersen og Ditliv Róin( grannskoðarar), nevndini og limunum fyri øll hesi góðu ár, vit vóru í somu song.

 

Frits Johannesen

limur í Sjúkrakassa Fuglafjarðar Læknadømis