Fyrsta kajin

Myndin her er tikin ein góðveðursdag tíðliga í farnu øld.
Tað kundi sæð út sum um at unglingar eru farnir at stuttleika sær á einum flaka, sum teir sjálvir hava bygt.

Men, so er ikki.

Teir  eru í fer við at sleipa eina av sonevndu kistunum sum brúktar vóru til kajkant á fyrstu bryggjuni sum kommunan bygdi tíðliga í fyrru øld.

Kisturnar  vóru stoyptar í fjøruni við Gjógvarálandið, har varð sandurin við hondina. Restirnar av fundamentinum sum varð brúkt til hesa framleiðslu kunnu enn síggjast í fjøruni. Táið kisturnar vóru liðugt stoyptar vóru tær flotaðar og sleipaðar har tær síðani vóru nýttar sum kajkantur, og unglingarnir nýta høvið til at verða fluttir um fjørðin.

Skip liggja her við nýggju kajuna. Myndin er tikin frá fyrstu verðuliga atløguplássið í Fuglafirði. Stórakaj ella Kolbryggjan sum hon vanliga varð nevnd.

Her eru myndir av restunum av tí platti har kisturnar vóru stoyptar.

 

[20.01.2010 – Jóhan Heri Joensen]