Rættleiðing til tíðindaskriv

Grunnurin  Karvatoftir, sum eigur Kyrjastein, skuldi halda aðalfund eftir Varmakeldu, og sendu teir tí eitt tíðindaskriv til bløðini. Trupuleikin við hesum skrivið er, at tað gevur borgarunum eina skeiva mynd av tí sum framm er farið.

Eg  haldi tað er skeivt bara at lata hesi ósannindir fara aftur við borðinum, og samstundis meti eg málið so lokalt, at eg ikki tími í bløðini, men haldi meg til hesa síðu, sum gott og væl hevur hálvt annað hundrað vitjanir um dagin.

Í greinini verður sagt:

“Sjálvsognarstovnurin Karvatoftir hevur sjálvur fíggja tær útreiðslur, sum higartil hava staðist av at fáa skipið uppá pláss.”

Hetta er beinleiðis at siga ósatt.

Higartil hevur Kyrjasteinur kosta skattaborgarunum umleið eina hálva millión krónur. Fyrst sum svínabundin inni í útróðrahavnini, og síðani tikin uppá turt har hann stendur í dag.

Eg  haldi ikki, at eg fari skeivur táið eg meti, at seinasta rokningin enn ikki er komin til borgaran (kommununa),  tí einaferð skal hann óivað beinast burtur.  Neyvan man sjálvsognarstovnurin fara at taka sær av teimum útreiðslunum.

 

[06.07.2010 – Jóhan Heri Joensen]