Jólakonsert í Fuglafjarðar Kirkju

Tann árlig jólakonsertin í Fuglafjarðar Kirkju verður sunnudagin tann 19.desember klokkan 16.00.

Luttakandi  á konsertini verða Petsi Tvørfoss,sum er sopransolistur hjá kórinum,síðani syngur Ása Dam jólavísu hjá Carolu.Manskórbólkurin Teir 8 eru eisini á skránni við góðum jólavísum.Fuglafjarðar Sangkór framførður yndisligan kórsang á enskum,íslendskum og føroyskum og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir jólatónleik við meira málmkendum
ljóma.

Skráin  er sum heild merkt av at jól eru í hondum,og tí verður sjálvandi nógvur jólatónleikur hoyra. Eisini verður ein kaffisdussur at fáa í kirkjukjallaranum eftir lokna konsert.

Fuglafjarðar Kirkja