Heðin Kambsdal framsýning á Ribarhúsi.

Leygardagin  5. mars kl. 16:00 letur Heðin Kambsdal, ljóslistamaður og organistur, upp eina afturlítandi málngingaframsýning í Ribarhúsi.

Sýningin er opin til mikudagin 20. mars.

Tá  ið sýningin letur upp,  verður røða hildin,  sangur og spæl  – t. d. systirsynirnir, Jonhard og Rói, spæla og syngja. Hetta er í samband við,  at Heðin verður seksti tann 14.  mars í ár.

Ljósið,  undan hond Heðins, livir í stráum, tinnum,  hondum, fingrum og  við eygnahvarm. Heimurin syngur í  penslastrokunum, og tá ið hann treður urguna í Fuglafjarðar kirkju, eru livandi einglar í litum í ljóðpípunum.
Her er ein flóð av ljósi og ljómi, sum er vert er at sjá og lurta eftir. Der er lys i overflod… W.H.