Løkke skrivar út fólkatingsval í næstu viku

Hóast tað tykist óvist, júst hvønn dag valið verður, so verður tað skrivað út í næstu viku, sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari.

Ræðsluherferðin hjá Vinstra hevur ikki virkað eftir ætlan og stygt veljarar frá reyða blokkinum. Seinasta kanningin gevur hinvegin Helle Thorning og hennara veingi framgongd.

Kanningin hjá Megafon, sum varð almannakunngjørd hóskvøldið, gevur Javnaðarflokkinum, SF, Eindarlistanum og teimum Radikalu tilsamans 53,2 prosent av atkvøðunum, meðan tey í juni fingu 52,9. Vintstri hevur eina lítla framgongd, men blái blokkurin tilsamans hevur afturgongd.

Men Hans Engell ivast ikki í, at Lars Løkke Rasmussen hevur tikið støðu, sigur hann við Portalin.

– Valið verður skrivað út í næstu viku, og tað stóra valið stendur fyri framman. Hetta verður størsta slagið, vit hava upplivað seinastu 25 árini, sigur hann.

Fíggjarmálaráðið hevur eisini boðað frá, at framløgan av fíggjarlógaruppskotinum verður flutt frá týsdegi til mikudagin. Tað hevur eisini sett gongd á valgitingarnar, og tað fekk eisini Javnaðarflokkin at stytta summarfundin hjá flokkinum.

– Tað hevði verið løgið at sitið í Jørlunde, um val varð útskrivað á Christiansborg, segði Carsten Hansen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, við ekstrabladet.dk.

Hevði Lars Løkke havt eini tvey ár afturat, so hevði hann helst kunna samráðst seg til ein vakstrarpakka og búskapi við tey Radikalu – og tað kundi havt endað í eini nýggjari VKOR-semju, sigur Hans Engell.

– Men tíðini er við at fara frá Løkke. Og Vestager hevur ongar trupulleikar við at peika á ein reyðan forsætisráðharra samstundis, sum hon stingur bláan politikk út í kortið, sigur Hans Engell.

Hans Engell vísir á, at bæði samgonga og andstøða koma við nógvum uppskotinum, eitt nú á bústaðarøkinum, sum heilt víst hita upp til valið.