Starv sum umsjónarfólk til Fuglafjarðar skúla

Við tað at verandi umsjónarmaður við Fuglafjarðar skúla fer úr starvinum vegna aldur, so verður starvið sum umsjónarfólk lýst leyst at seta tann 01. oktober 2011 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.

 

Starvið:

Tú kemur í starvinum at hava dagligu umsjónina av kommunalum skúlabygningum,  eins og tú eisini kemur at taka tær av møgligum viðlíkahaldsarbeiði, eftirliti við reingerðini, umsjón av svimjihøllini vm, hetta í tøttum samstarvi við skúla- og býráðsleiðslu.

 

Býráðið treytar sær við starvsetanina, at broytingar kunnu verða framdar, soleiðis at tú møguliga kemur at starvast í einum toymi, sum kemur at umsita og viðlíkahalda allar kommunalar bygningar, og at tú tessvegna kemur at verða starvsettur hjá Fuglafjarðar kommunu og ikki á ávísum stovni.

 

Førleikakrøv: Tú skal í minsta lagi hava útbúgving sum handverkari, tú skalt duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga, hava teldukunnleika, duga væl at leggja arbeiðið til rættis, eins og tú skal hava evni til at samskifta við tey, sum hava sítt dagliga arbeiði í skúlanum.

 

Vit bjóða tær:

Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum umsjónarfólk  fær møguleika til at verða við til at menna og betra umstøður skúlans.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) og Starvsmannafelagið.

 

Fyrstu 3 mánaðarnir verða at rokna sum royndartíð.

 

Hevur tú áhuga

so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. september 2011 kl. 15.00.

 

Fleiri upplýsningar

fáast við at venda sær til Gordon M. Petersen, umsjónarmann á telefon 238066 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 238002.

 

Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka.

 

Kelda: Fuglafjarðar kommuna