Vónin kosin ársins virki 2011


Á árliga vinnudegnum sum hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum var Vónin kosin til at vera ársins virkið 2011. Tað er ikki fyrstu ferð Vónin fær hendan heiður, tí í 2002 varð Vónin eisini kosin at vera ársins virkið.

Hjalmar Petersen stjóri og Olaf Olsen ein av stovnarunum og nevndarlimur móttóku heiðurin.

Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.

Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins leiðandi veitarum av fiskireiðskapi og aliútgerð.

Umframt at hava tríggjar deildir í Føroyum, hevur Vónin fimm deildir í Grønlandi og eina deild í Canada. Vónin hevur eisini
eitt systurfelag í Noregi, sum kallast Refa Frøystad Group.