Kommunan hevur keypt Mentanarhúsið

Á innilokaðum fundi, í gjárkvøldið,  avgjørdi Fuglafjarðar býráð einmælt at keypa Mentanarhúsið frá Norðoya sparikassa fyri 4 milliónir kr, táið fundurin varð lokin varð málið alment.

Kommunan keypir húsið og rindar restskuldina til Norðoya Sparikassa, tað vil siga at frammyvir er eingin beinleiðis skuld í húsinum, og høga rentubyrðan er ryst av rygginum.

Kommunan  fer nú at umvæla húsið og gera tey arbeiði sum ongantíð vóru gjørd liðug. Tað arbeiðið er mett at kosta 2,3 mió. krónur.

Býráðið hevur ikki tikið støðu til, um kommunan sjálv skal reka húsið, ella um uppgávan skal latast upp í hendurnar á øðrum.

Avgerðin sum Fuglafjarðar sjónleikarafelag tók á síðsta ársaðalfundi, um at geva húsið frá sær,  er við hesum komin á mál, til gagn fyri allan býin.

§1, stk1 í Reglugerðini

“Aðalmálið hjá Fuglafjarðar mentanarhúsið er fyrst og fremst at skapa karmar um eitt fjølbroytt úrval av mentanarligum-, vinnuligum-, almennum- og privatum tiltøkum, til gagns fyri kommununa og fólki, sum her búleikast.”

Mentanarhúsið og Torgið uttanum, er ein sonn perla í okkara býarmynd.  Yvirtøkan av húsinum er ein skilagóð avgerð, sum kann koma at menna um mentanarlívið í býnum, um rætt verður skipa fyri.