Innandurakapping

ÍF-Piltar skipa fyri innandurakapping fyri yngru deildirnar í ítróttarhøllini á Kambsdali leygardagin tann 3. mars 2012

Kappingin er deild upp soleiðis:
Gentur: Dreingir:
Pinkur 6-7 ár (f. 2004-2005) Pinkulingar 5-6 ár (f. 2005-2006)
Pinkur 8-9 ár (f. 2002-2003) Pinkulingar 7 ár (f. 2004)
Gentur 10-11 ár (f. 2000-2001) Smápiltar 8-9 ár (f. 2002-2003)
Smágentur 12-13 ár (f. 1998-1999) Piltar 10-11 ár (f. 2000-2001)
Gentur 14-17 ár (f. 1994-1997) Smádreingir 12-13 ár (f. 1998-1999)
Dreingir 14-15 ár (f. 1996-1997)
Unglingar 16-18 ár (f. 1993-1995)

Á hvørjum liði eru 5 leikarar, tó spæla dreingir, unglingar og gentur 14-17 ár við 4 leikarum.
Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir.
Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Kostnaður fyri liðið er kr. 300,- Tilmelding fer fram á tlf. 224079 (Magna Lundsbjerg) ella tlf. 504151 (Barbara Bærentsen)

Seinasta freist at melda lið til er mikudagin 29. feb kl. 22.00

Skipað verður fyri straffikapping fyri einstaklingar. Dømi: tá pinkulingar eru lidnir við teirra kapping byrjar straffikapping fyri pinkulingar, osfr. Tilmelding fer fram á staðnum.

Møguleiki verður at keypa toast og sunkist og eisini verður kaffisøla og tombola á staðnum.