Brynhild Næs Petersen skal samskipa mentanarvikuna í Fuglafirði sum verður í septembur 2012

Sagt skal verða frá, at mentamálanevndin á fundi 02. mars 2012 hevur gjørt avtalu við Brynhild Næs Petersen um kommununar vegna at samskipa mentanarvikuna, sum nevndin hevur tikið avgerð um skal verða hildin í Fuglafirði í september 2012.

Brynhild kemur at arbeiða 4 mánaðar ¾ tíð, og verður arbeiðsstað hennara á býráðsskrivstovuni. Hon kemur fyribils at arbeiða út frá skrivstovuna, sum byggifrøðingurin hevði í ovara hædd. Hon byrjar arbeiðið sum samskipari tann 02. mars, og kemur hon at arbeiða 3 mánaðar fram við fyrireikingum og tilrættalegging av mentanarvikuni, meðan hon kemur at nýta seinasta mánaðan frá miðskeiðis í august og eina viku eftir, at mentanarvikan er farin aftur um bak.