“Eitt veruligt ævintýr” – í Mentanarhúsinum

Seinasta hond verður nú løgd á skemtiliga sangleikin: Eitt veruligt ævintýr. Tað eru næmingar í 10. flokki í Fuglafirði og skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, sum hetta skúlaárið hava arbeiðtt við sangleikinum saman við Marjun Djurhuus og Bárði í Lakjuni. Leikurin er leysliga umsettur úr enskum, meðan Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar.

Komandi viku verða tvær skúlasýningar hvønn dag, og almennar sýningar hóskvøldið, leygardagin og sunnudagin. Atgongumerki til skúlasýningarnar kunnu bíleggjast á tel. 238063. Atgongumerkini til almennu sýningarnar fáast í kunningarstovuni í Fuglafirði.