Fløguútgáva við málningaframsýning eftir Helga Midjord

Helgi Midjord, stendur á gáttini við fyrstu útgávu síni, ið ber heitið ‘Um Gáttina’.

Helgi, ið hevur nomið sær útbúgving innan tónlist í Svøríki, hevur umframt smíðað tónleik eisini teknað, málað, og gjørt skurð- og standmyndir. Helgi málar til tónleik og smíðar tónleik meðan hann málar.

Í bóklinginum er ein málningaframmsýning, sum sambindur orð og løg í eina hægri eind. Sjangran er folk við einum bláum íkasti.

Helgi hevur smíðað løg til yrkingar hjá eitt nú Poul F, Martin Joensen, Niels Midjord, Ismar Joensen,J.H.O Djurhuus. Niels Midjord hevur føroyska tvær yrkingar úr svenskum eftir Cornelis Vreeswijk og Bjørn Afzelius.

Tónleikarar eru : Helgi Midjord, Edvard Nyholm Debess, Uni Debess, Matthías Hemstock, Finnur Hansen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Mortan Zachariassen og Rúni Højgaard, sum hevur framleitt og upptikið.

Í summar gongur leiðin til Svøríkis, har hann skal spæla á Helsingborg Festivali og eini 20 smærri konsertir.

Útgávumóttøka verður í TUTL á Káta Horninum fríggjadagin kl.16.30, har Helgi fer at framføra nøkur løg saman við Eyðun Johannesen.

Stóra útgávukonsertin verður í sunnudagin 29.aprí kl. 16. l í Mentunarhúsinum í Fuglafirði.