Fyrilestur á bókasavninum

Mikudagin 28. mars, kl. 19.30 heldur Steffen Stummann Hansen áhugaverdan fyrilestur á Fuglafjarðar bókasavni undir heitinum Undangongukvinnur.
Í seinru helvt av 19. øld tók nýtt yrki seg upp í Føroyum – fotografyrki. Í Havnini og fleiri bygdum við settu yrkisfotografar seg niður, har teir við portrettmyndatøku fyrst og fremst royndu at skapa sær eitt tilverugrundarlag.
Høvuðskraftin í hesi menning vóru ungar kvinnur, ið flest allar høvdu lært seg myndatøku í útlondum.
Hvat fekk hesar ungu kvinnur at ganga undan? Hvat eggjaði teimum? Og hvat kostaði hetta teimum?
Fyrilesturin lýsir hesar undangongukvinnur og tær siðbundnu og fíggjarligu umstøður, ið tær vuksu upp undir, og sum vóru teimum ein forðing í royndunum at gerast sjálvstøðugar vinnurekandi.
Eftir fyrilesturin er høvi til eitt prát og ein drekkamunn. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Myndin er av av fotografinum Lisu Gjerdum

Undangongukvinnur. Fyrilestur