Kommunusamanlegging

Um ein mánaða (3. mai 2012) verður fólkaatkvøða um kommunusamanlegging.

Til fólkaatkvøðuna verður bert ein spurningur at taka støðu til, og ljóðar hann soleiðis:

”Tekur tú undir við at Eysturoyggin verður ein kommuna.”

Varð spurningurin: ” Um Føroyar skuldu verið ein kommuna,” , so hevði eg ikki yvast og atkvøtt JA,  men at fara frá núverðandi bygnaði til eina pjøssloysn, er eingin meining í.

Um vit høvdu fleiri pjøssaloysnir at velja í,  so varð myndin hóast alt  meira hugalig.

Fyrisitingarliga kunnu tær størru kommunurmar saktans klára uppgávuna,  sjálvt um økir verða flutt út á kommunurnar. Besta dømi er barnaansingin sum bleiv munandi betri, táið kommunurnar yvirtóku, sjálvt um í minna lagi av peningi fylgdi við hesi yvirtøku. Samarbeiði um kommunumark er nógv meira skilagott enn pjøssaloysnin, sum Kári hevur hug at smoyggja yvir okkum.

At tær heilt lítlu bygdirnar fyrisitingarliga ikki megnað nýggjar avbjóðingar, eru vit greið yvir,  í teirra støðu er samanlegging skilagóð.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nøgd tey eru í grannalondunum um kommunusamaneggingarnar, og hvussu nøgdar eru tær størru bygdirnar í Føroyum, og hvussu merkja tey fyrimunir og vansar.

Undir hesi grein er møguleiki at koma við viðmerkingum.