Skúlahugburður

Í síðstu viku varð Miðvágs-Sandavágs skúli javnaður við jørðina, grundgevingin varð at skúlin varð soppaálopin.

Miðvágs-Sandavágs skúli  er í okkara høpi ein sera nýggjur skúli frá 1961, tað vil siga javngamal við tann, sum vit nevna nýggi skúli í Fuglafirði.

Men vit eiga, eins og vágafólk, eisini eitt soppaálopið lasafar frá 1936,  sum er okkara barnaskúli. Tað er satt at siga skomm at samanlíkna barnaskúlan og hugburðin í Fuglafirði við niðurrivna skúlan í Sandavági, tí so vánaligur er okkara, og tað sær eisini út til, at hann framhaldandi kemur at verða ein skamblettur í býarmyndini, fleiri ár framyvir.

Gamli vakri arkitektururin í 36 skúlanum er fyri nógvum árum síðani neyðtikin, so har er í dag einki annað enn ein ljótur betongkassi, ein bygningur uttan sál sum avgjørt eingin hevði saknað um hann varð niðurtikin..

Jú, víst eru vit, saman við grannunum,  samd um at byggja ein skúla á Kambsdali, men tað hava vit eisini verið í 30 ár. At byggja skúla á eina semju og bert eina semju tænir  ongum øðrum endamáli,  enn  stemmufiskaríið fjórða hvørt ár.

1936 skúlin í Fuglafirði hevur fingið tí einu pjøssingina fyri og aðra eftir, og ikki hevur verið lurta eftir hørðum mótmælum frá einum samdum lærarahópi.

Síðani vitleysa avgerðin um at gipsa skúlan innan varð tikin,  fyri nógvum árum síðani, hevur skúlin á hvørjum árið fingið gjørt umbyggingar og tí einu pjøssingina fyri og aðra eftir. Hvussu høg peningaupphæddin er,  sum brúkt er uppá skúlan síðani tá,  eri eg ikki heilt greiður yvir, men at talan er um einar 15 – 20 milliónir — tað er ikki heilt av leið.

Tað kann væl verða, at onkur vil mótsiga hesum tølum, men tað eru tit hjartaliga vælkomin til, men so krevji eg tað eisini  útgreinað, tí so hava vit øll møguleikan at vísa á tað sum útigloymt er.

Nú má ørskapurin verða komin at enda:

Tað sum fekk meg einaferð enn at skrivað um skúlan,  vóru tíðindi sum komu mær fyri oyra, at aftur í summar skal megapjøssast. Takið skal skiftast og nýggj vindeygu setast í á ovaru síðu.

Nýggjasti bygningurin (evnafrøði, auditorie,  lívfrøði, bókasavn, jarn/træsmíð og tilevning)  kostaði 15 milliónir at byggja. Í tí bygninginum eru allar tær kostnaðamiklu stovurnar.

At hava brúkt somu upphædd uppá soppakrýggj og framhaldandi standa í stað – heldur enn at byggja nýtt og bróta gamla lasafarið niður sigur nógv um skúlahugburðin í Fuglafirði.

Hevði skúlaplássið verið kajkantur, so hevði óivað sæð ljósari út.

Men:

Eg yvist onga løtu í,  at í komandi døgum verða gylt valglyftir givin, men tey eru  líka skralltóm sum tey altíð hava verið.

NB:

Hetta skriv kundi sæð út sum um at eg fiski eftir atkvøðum til komandi kommunuvalg, men so er ikki.

Eg stilli ikki uppaftur,  men áhugin fyri skúlanum hevur altíð verið og er framvegis har.