Maskinur til Varðin Pelagic

Á fiskivinnumessuni í Bruxelles í apríl undirskrivaðu Baader og Varðin Pelagic undir sáttmála, sum inniber, at Baader og Petur Larsen leverað komplettar linjur til virkið á Tvøroyri.

Ætlanin hjá Varðanum Pelagic er at kunna avhøvda og flakaskera makrel, sild, gullaks og svartkjaft. Til hesa framleiðsluna hevur virkið valt at keypa 7 komplettar Baader linjur. Maskinurnar verða í løtuni framleiddar í Týsklandi, og í juni verður farið undir at seta maskinurnar upp, soleiðis at tær verða klárar at framleiða við 1. juli. Fólk frá okkum fara til Týskland at í næstu fyri at vera við at samlað maskinurnar og gera tær klárar at seta upp á Tvøroyri. Saman við okkara montørum, koma montørar frá Baader í Týsklandi heim at seta maskinurnar upp.

Á myndini eru Bogi Jacobsen, stjóri í Varðin Pelagic, og Anders Lorentzen, stjóri hjá Baader DK og Dennis Schreiber, sølustjóri hjá Baader Týsklandi. Myndin er tikin beint eftir at sáttmálin varð undirskrivaður.