Grill og hugni heimi á Oyruni

Fuglafjarðar Kommuna bjóðar øllum til grill og hugna niðri á sand fríggjadagin 25. mai kl 17:30

Til allar fuglfirðingar!

Í morgin, fríggjadagin 25 mai, bjóðar Fuglafjarðar kommuna til hugnaløtu heimi á sand(inum). Ókeypis pylsur við tilhoyri og sunkist fáast, umframt at felagssangur við harmoniku og ymiskt undirhald verður á skránni.

Havið okkara sangbók ella grønu sangbókina við. (og okkurt at sita á?)

Møtið fjølment!

Skrá

17:30 Grillin verður tendrað

18:00 Vit bjóða vælkomin og sigur frá tiltakinum

Felagssangur

18:45 Niels Midjord framførir

Felagssangur

19:30 Bárður á Lakjuni framførir

Felagssangur

20:15 FourMENH syngja og spæla countrytónleik

Felagssangur

21:00 Tiltakið endar