Pisuball á Varmakeldu

Fríggjakvøldið 29. juni er Fuglafjørður klárgjørdur til allar nýklaktar pisur!

 

 

 

 

Skrá:

Kl. 19.15 Jóhan í Kollafirði (við Fámará) heldur pisurøðu uttanfyri Mentanarhúsið, sum ØLL skilja!

 

 

Kl. 19.45 Marni Kruse spælir feitan tónleik uttanfyri Mentanarhúsið

kl. 20.30 “Open Mic” er í John’s Café, har øll kunnu royna síni tónleikaevni!

Kl. 23.30 Discotek við DJ-X í Mentanarhúsinum, kostnaður 100,-

Kl. 24.00 Dansur við Jens Marna Hansen í Mentanarhúsinum, kostnaður 150,-

Skjóttgangandi báturin, Scorpion, siglur allan dagin í Fuglafirði, møguleiki er fyri at syngja Karaoke í Mentanarhúsinum alt kvøldið ókeypis og eisini er møguleiki fyri at royna Paint Ball í økinum.

Pizzaria PrimaVera tveitur lekkrar pitsur yvir diskin frá kl. 17.00 líka til kl. 05.00 á morgni.

…og mangt, mangt annað!