Sigurd Simonsen

Í morgin 23. august 2012 eru 100 ár liðin síðani Sigurd Rudolf Frants Simonsen var føddur í Sandavági. Sigurd var yngsti sonur Petur uppi í Húsi úr Sandavági, og Honnu fødd Joensen úr Gásadali.
Millum systkini sum tilkomin sandavágsfólk kennast við vóru Jóan Jakku Simonsen, Jóanes Simonsen og Fredrikka Simonsen.
Sigurd var ungur maður, tá hann flutti úr Sandavági, og størsta partin av ævi sínari búði hann í Fuglafirði, sum var og er eitt gott stað at reka skipavinnu.
Tað sum Sigurd R. F. Simonsen er best kendur fyri í Føroya søgu er, at hann bygdi VÓN, fyrsta havgangandi skipið, sum varð bygt í Føroyum. Jógvan í Skálum í Vestmanna teknaði skipið, sum var bygt á Tórshavnar Skipasmiðju hjá Kjartani Mohr.
VÓN fór av bakkastokki leygardagin 15. juni í 1940. Denna Mohr, kona Kjartan Mohr doypti skipið. VÓN sigldi við fiski til Bretlands øll krígsárini, tá hetta var mest vandamikla vinna nakar kundi fáast við.
Í 1930-unum vóru tá ikki nógv sum trúðu uppá, at tað læt seg gera hjá føroyingum at byggja skip, men hetta var so dyggiliga mótprógvað. Danski bankastjórin í táverandi Føroya Banka segði við Sigurd R.F. Simonsen: “Jeg tror aldrig, at færinger nogensinde kommer at bygge skibe”.
Sigurd R. F. Simonsen var við “Seagull”, “Sólaris” og “Ekliptiku” sum ungur. Í 1950-unum var hann við íslendskum trolara, sum æt “Austfirðingur”. Seinastu árini sum sjómaður sigldi Sigurd við farmaskipum, m.ø. “Ruth Lindinger”.
Í 1970-unum fekst Sigurd við at leggja oljugrús kring Føroyar. Sigurd var giftur við Marthu fødd Joensen úr Jógvanstovu í Leirvík. Tey fingu 9 børn, 8 av teimum liva enn. Sonur teirra Sigurð er borgarstjóri í Fuglafirði í dag. Elsti sonurin, Árni førdi á sinni “Høgafoss”, og Sigurð førdi á sinni “Giljanes”.
Abbasonur Sigurd R. F. Simonsen, Heri hevur í samband við 100 ára dagin givið út eitt minnisrit, sum byggir á bandaðar samrøður, sum hann hevði við abba sín veturin 1988-89.