Leif Andre Eliassen

Tað sum eg vil arbeiða fyri, er at fáa ein nýggjan skúla (framhaldsdeild). Gamli skúli er í alt ov vánaligum standi, man kann brúka nógvar pengar uppá at gera hann í stand, og tá hevur tú atlíkavæl ein 76 ára gamlan skúla.
Í eldraøkinum má eisini okkurt gerast, nógv fólk bíða sera leingi fyri at fáa búðpláss, nøkur av teimum fáa aldrin eitt búðpláss tí tey andast árin. Tað kann man ikki bjóða teimum eldri borgarnum.
Miðbýurin hjá okkum má eisini fáa sítt. Har er alt ov nógv hálvgjørt. Tað rætta man skuldi gjørt, var eina framtíðarætlan, hvussu skal miðbýurin síggja út um 10ár. Har eru sera nógv hús og bygningar tiknir vekk tey seinast 30 árini, og einki er komin ístaðin, tað er ikki rætti máti at arbeiða uppá.
Í tí vinnuliga økinum mugu vit halda fast við tær fyritøkurnar/virkir sum eru í býnum. Eisini mugu vit standa klár um eitt uppisjóvarvirkið skal byggjart aftrat. At vit ikki fingu tað hendavegin í ár var ein skandala.
Íbúðar møguleikarnir eru ikki serliga góðir. Har kundi man sett økir av til at byggja íbúðir á, kanska eldraíbúðir eisini. Kommunan kundi saman við peningastovnunum, staði fyri tí.
Um tú ivast hvar tú skal seta X tann 13 nov. sett so X við lista D, X við Leif André Eliasen.