Lív og trivnaður til øll í øllum aldri

Ein týdningarmikil partur av trivnaðinum í eini bygd eru teir

stovnar, sum ansa eftir og geva bygdarlívinum tann ans, sum

bygdarfólkið eigur at fáa frá teimum. Tí er tað týdningarmikið,

at valevnir, ið stilla upp til at stýra bygdini í eitt komandi valskeið,

ansa eftir at røkja hesar stovnar á best møguligan hátt.

Tí verða hesir stovnar ikki røktaðir, sum teir eiga, ja, so hvørva

teir og  oftani við teimum tær eldsálir, ið hava hildið teir gangandi –

ofta fyri lítið og lætt í mun til tað, teir geva okkum aftur.

 

Dømi um tílíkar stovnar kunnu vera:

Ungdómshús

Eldrahús

Mentanarhús

Samkomuhús

Søgusøvn

Bókasøvn

Kunningarstovu

Ribarhús

Myndasavn

Skjalasavn

v.m.

 

Allir hesir stovnar eru við til at geva kommunu okkara ein profil,

sum er merktur av sosialum trivnaði, har pláss er

 

hjá børnum at trívast

hjá teim ungu at støðast

hjá teim miðaldrandi at kenna seg heima

og hjá teim gomlu at trívast, eins væl og tey gjørdu sum børn

 

Ja, soleiðis at sjálvt lívið hjá hvørjum einstøkum eigur eitt gott

pláss at búleikast í øllum aldri.

 

Set X við Dánjal Vang, sum er arbeiðssamur, hevur evnini og førleikan til at loysa tíni mál.