Býráðið í Fuglafirði skipað

Eftir kommunuvalið í Fuglafirði varð greitt, at listi D einsamallur hevði meirilutan í býráðnum. Ynski hava tó alla tíðina verið um eina breiðari samgongu, og tí hevur listi D tikið upp samband við lista A.

Í dag hava listi D og A gjørt avtalu um samstarv komadi fýra árini og hava skipað samgongu. Borgarstjóri verður fyrstvaldi á lista D, Sonni á Horni; 1. varaborgarstjóri og formaður í Havnanevndini, Magnus S. Midjord; 2. varaborgarstjóri og formaður í Sosialu nevnd, Sigga Óladóttir Joensen. Formaður í Teknisku nevnd verður Petur Abrahamsen og formaður í Mentamálanevndini verður Árant Berjastein.

Limirnir í samgonguni eru væl nøgdir við samgonguskjalið, og gleða seg at byrja arbeiðið í nýskipaða býráðnum 1. januar 2013.