Seyðasýning í Fuglafirði

3. nov. var seyðasýning fyri hagarnar í Fuglafirði. Sýnsmenn vóru Júst Rubeksen, Jón Heðin Tróndheim og Zacharias Jacobsen. Nógv fólk vóru møtt.

Besti hagi: nr. 1 Klemman
nr. 2 Innandalshagi
nr. 3 Gjógvaráhagi

Brundseyður: nr. 1 úr Skarðhaga, eigari Jákup Pauli Johannesen
nr. 2 úr Innandalshaga, eigari Bjarni S. Joensen
nr. 3 úr Innandalshaga, eigari Bjarni S. Joensen

Vakrasti veðrur: úr Skarðhaga, eigari Harley Joensen

Steypini, íð vóru handaði, eru latin av P/F Haraldsen.

Ein serlig tøkk til høvuðsfyriskiparan, Jan Erik Jacobsen. Í 10 ár hevur hann fyriskipa og latið hús til.

Stuðla sýningini hevur Føroya Bjór