Ræst kjøt

Skurðurin í heyst er nú ræstnaður. Tann sum hagreiðir kjøtið væl gongur javnan út í hjallin og hyggur um flugurnar hava verið har.Veðrið í heyst hevur verið váttligt, og tí hava flugurnar ikki havt góðar dagar.

Kjøtið er nú somikið tornað, at tey flestu hava limað krovini sundur og koyrt riv og ryggir í frystiboksina, um tað ikki skal
tornað ov nógv.Gongulimirnir hava gott av at hanga í ein góðan  mánað afturat.

Fyrstu rivini munnu nú vera etin sum vanligur viðskeri. Onkur vil heldur hava tey stokt á pannu ella í ovni. Í báum førum ein  leskiligur biti, sum fær vatn at renna úr tonnunum, hjá teimum sum  uppvaksin eru við hesum mati.

Gamalt er at kjøtið er turt á Kyndilsmessu 2.februar. Her verður hugsað um gongulimirnar, og helst av góðum seyði.Sjálvt um sagt verður, at gongulimirnir ikki eru turrir fyrrenn á Kyndilsmessu, so er vanligt, at taka av smæstu gongulimunum til jólaborðið.Hjá nógvum eru tað ikki jól um ræst og turt kjøt ikki er á borðinum.

Vanligur døgurðamatur, um kvøldið, Jólaaftan er: stokt dunna, gás ella kalkun. Fleiri eru tó sum heldur vilja hava eitt gott ræst  tjógv og/ella bógv í ovnin, og so dunnuna 1. jóladag.Ja. “Tað fer at renna úr tonnunum,” táið eg síggi jólaaftansborðið fyri eygunum, við allari familjuni á vitjan, og angin frá stokta ræsta kjøtinum  stendur upp í næsarnar.

 

[20.12.2006 – Jóhan Heri Joensen]