Øll kunnu skriva

lar at skrivaErt tú millum 14 og 20 ár og hevur hugin og viljan, men vantar teknikkin at skriva, bjóða vit tær til ein spennandi workshop á Bókasavninum í Fuglafirði leygardagin 26. januar kl. 14-17, har vit fara at arbeiða við kreativari skriving og øðrum skriviteknikki.

Tað er rithøvundurin Rakel Helmsdal, ið fer at leggja okkum lag á, soleiðis at tekstirnir ikki sleppa at “fúna í skrivaraborðsskuffuni”.

Tiltakið er ókeypis.

Tað einasta, ið tú skalt gera, er at taka blýant og pappír við og boða frá luttøku á [email protected] ella 238016, (max 12 luttakarar).