Bankarnir – nú er nokk!

sigurd_simonsenUm alt gongur sum Eik Banki ætlar, verður seinasta bankadeild í Fuglafirði latin aftur ein av fyrstu døgunum.

Um so verður, noyðast fuglfirðingar, um teir skulu vitja bankan hjá sær, rokna við at fáa einar 40 kilometrar uppá loggið hvørja ferð.

Í so fall hvørvur møguleikin, har ein kann spáka, ganga, renna ella súkkla sær ein túr í bankan og heilsa uppá tey altíð vinarligu og dugnaligu starvsfólkini í Eik (eins og tey eisini vóru í Bank Nordik), sum skjótt og væl avgreiða tíni bankaørindi. Nei, nú verður ongin góða mamma, tí hereftir noyðist tú í bil ella buss einar 20 km út og 20 km heimaftur.