Góðar inntøkur í Fuglafirði

Fuglafjordur KambsdalurTað eru skattgjaldarar í Fuglafirði og Eysturkommunu, sum hava hægstu inntøkuna í miðal í Føroyum. Borgarar í hesum øki vunnu í miðal 217.784 krónur í 2011. Teimum á baki komu skattgjaldarar í Suðurstreymi, sum vunnu 215.319 krónur í miðal. Á Sandoynni og í Suðuroy eru lægstu inntøkurnar í miðal í Føroyum, har skattgjaldarin á Sandoynni og í Suðuroy ávíkavist vann 181.214 og 186.972 krónur í 2011.

Hagtølini eru bygd á bygnaðin í seinasta kommunuuppskotið hjá Innlendismálaráðnum.