Fuglafjarðar kvøldskúli framsýning í Ribarhúsi

ROYNDARLIST 016Fuglafjarðar kvøldskúli hevur framsýning av handaligum næmingaarbeiði í Gallerí Ribarhús 21. – 27. apríl.

Framsýningin letur upp sunnudagin 21. apríl klokkan 17, tá Fuglafjarðar hornorkestur spælur, formaðurin í mentanarnevndini í Fuglafjarðar kommunu, Árant Berjastein, heldur røðu og næmingar framføra tónleik.

Øll eru vælkomin!

Myndin er av næmingunum í Royndarlist hjá Frits Johannesen.