Stórsligin konsert í Mentanarhúsinum

KashmirFríggjakvøldið tann 17. Mei kl. 21.00 verður stórsligin konsert við Kashmir.

Kashmir góvu nýggja fløgu út tann 18. Mars, ið kallast E.A.R., og í hesum sambandi eru teir á Europeiskari Konsertferð. Teir skuldu byrja konsertferðina tann 23. Mars í Falconer Salen í Keypmannahavn, men konsertin var útseld eftir stutta tíð, og tískil var eykakonsert tann 22. Mars. Hareftir skuldu teir spæla í Aarhus Musikhus tann 4. apríl, men her máttu teir eisini seta eina eykakonsert dagin fyri, t.v.s. tann 3. apríl. Tann 5. Apríl var tann seinasta konsertin hjá Kashmir í Danmark, har teir spældu í Aalborg Kultur- & Kongrescenter, síðani gekk leiðin til Hamburg, Nijmegen, Amsterdam, Cologne, Bruxelles, Zurich, Munchen, Wien, Berlin, Oslo, Helsinki, Stockholm, Malmø og til seinast verður konsertin í Fuglafirði fríggjakvøldið tann 17. mei kl. 21.00. Konsertin í Mentanarhúsinum er, sum áður sagt, tann seinasta, áðrenn teir fara at spæla á ymsum festivalum kring Europa.

Talan er um eina sitikonsert í Mentanarhúsinum, og hetta er fyrstu ferð Kashmir royna seg við at hava sitikonsertir.

Einans 400 atgongumerki eru til sølu og kostnaðurin er 450 kr. pr. stk.
Sølan fer fram á www.eBillett.fo,  Haraldsen og FK í Fuglafirði, og í Kunningarstovunum í Tórshavn, Klaksvík og Runavík til mikudagin 15. mei kl. 12.00.

NB! Seinastu atgongumerkini verða seld á Torginum í SMS og í Mentanarhúsinum mikudagin 15. mei og hósdagin 16. mei frá kl. 10.00 – 18.00.