Myndasavn

Nýggja Myndasavnið á Faroebook er nú við leinkju knýtt beinleiðis  at hesi heimasíðu.

Tú kanst umvegis leinkjuna,  niðast á síðuni,  fara inn og síggja myndirnar.

Enn er bert tað eina  myndasavnið aktivt – men nøkur dømir, við ongum myndum,  eru uppsett í høgru síða,  fyrst tú kemur inná síðuna.

Í savninum, Fuglafjørður, eru í løtuni 13 bólkar við 345 myndum,  og fleiri  koma afturat í nærmastu framtíð.

Tit eru vælkomin at gera viðmerkingar til myndirnar – men tá mega tit verða limir (Tað er kostnaðarfrítt).

Nógvar av myndunum eru eginogn, men fleiri hava vit funnið á netinum –  tit eru vælkomin at viðmerkja um tit eiga orginalin.

Enn hava vit ikki havt stundir til at tagga myndirnar, men tað kemur við tíðini. Viðmerkingarnar sum tit gera verða í tí høpi ein sera góð hjálp

Tær  gomlu myndirnar vóru nógvar í ringum standi, men vit hava við varsemi hjálpt uppá ellisbrekini.

Endamálið við hesum savni er at savna myndirnar í einum skipaðum høpi, har lætt er at finna framm, og øll kunnu koma við sínum ískoyti (viðmerkingum).

Tú kanst eisini velja, at fáa myndirnar vístar  uppá fleiri ymiskar mátar.

Um tú ynskir so kanst tú fáa títt egna savn upprættað, tú stýrir  tá fult og heilt,  og avgerð til dømis hvør skal fáa loyvi til at síggja og mangt annað.

Hvat tú leggur í títt egna savn, avger tú sjálv/ur, men krav er: at vanligar etiskar reglur verða virdar.

Fyri at fáa sítt egna savn, skulu vit bert vita hvussu tað skal eita –  vit upprættað tað so, eftir tað er tað tú sum stýrir tí fult og heilt. (Tað er eisini kostnaðarfrítt).

Um tú ynskir títt egna myndasavn.

 

 

Gev so boð til:

jjoensen@fuglafjordur. com

ella

[email protected]

Leinkja: Trýst her.