Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentan

Varmakelduyrking

Lagt út av tann 28/07/2006 – 08:40

Varmakeldunátt.
Spríkir upp úr døkkari mold ein lívligur keldusproti at væta í summarloti sovandi fold.

 

Slotar uppi við fjallagrein

fáligt summarnáttarljós,

sum kínir tindar og skørð

heyggjar og herður –

hvørja upps og lág

og tað sprund,

sum sat kelduni hjá.

Vatir henda dís

sínar varrar í kelduvatni,

sum tutlar lívgevandi vág

til unga elskandi sál.

Teir flógvu perludropar

liggja á ungum varrum

sum ein vond

um heimsins lond.

Ein kærleikans ond,

á rodnandi kinnum.

teska um dimmið

á hesi stevnustund

eitt ljóð

í kelduvatni –

um livnandi sprund.

Eitt hásummarfljóð,

sum gjørdist mítt kó

í míni Varmakeldulund.

 

Frits

 

[28.06.2006 – Jóhan Joensen]