Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi

So er tað sagt

Lagt út av tann 26/08/2006 – 09:15

Vit fáa javnan e-postar frá fólki, serliga útisetum, ið kundu ynskt  at fingið ymisk “økir” løgd inná portalin og fingið meira at vita um Fuglafjørð.Vit noyðast tíverri at geva teimum svarið, at vit tíverri hvørki hava orku ella pening til at fáa teirra ynskir gingin á møti. Einaferð sendu vit eitt skriv út til allar fyritøkur og stovnar í Fuglafirði, um at veita ein stuðul til portalin.

Send vóru uml. 60 brøv. Av hesum 60 komu BERT 2 svar aftur, bæði vóru noktandi .Eitt frá Fuglafjarðar kommunu, har svarið frá:
Dánjali Vang, Jann Toftegaard og Signar á Brúnni vegna Mentamálanevndina
var eitt “bums-nei” uttan at geva eina nærri forkláring uppá, hví teir søgdu nei. Hitt svarið, var eitt væl útgreinað svar frá Timburhandlinum á  Kambsdali, har teir greiddu frá, at teir tíverri ikki høvdu sett pening  av til prosjektið í ár.

Eingin av hinum so frætt sum svaraði aftur.
Sætt at siga, so hildu vit, at hetta var so láturligt, at vit ikki eingongd tímdu at royna aðrar vegir viðv. stuðli. Hetta steðgar okkum ikki, vit hava framvegis ætlanir um at menna portalin, so frægt vit kunna. Vit skula líka skoyta uppí, at 2 fyritøkur allan vegin hava veitt okkum hollan stuðul, og tær eru: Atlantic Online (Servara og bandbreidd) og  Fuglafjarðar Keypssamtøka, ið hevur veitt vinningar til kappingarnar v.m.
So skilja tit hvørjum karmum vit arbeiða undir.
[26.08.2006 – Jóhan Joensen]