Nú eru teir vaknaðir

Fuglafjarðar kommuna boðaði mánakvøldið í sjónvarpinum frá, at teir ætlað sjálvir at fíggja tunnil Kambsdal – Skálabotn.

Ja, nú vaknaðu teir umsíður.

(Óivað í so seint. Tað er mangt sum bendir á, at sovið er ov leingi. Toget er kørt.)Seinastu tíðina hava vit sum føst tíðindi hoyrt um undirsjóðartunnil Tórshavn – Runavík. Hettar projektið er óivað skilagott millum tunnilsmunnarnar,  men á landi eystarumegin á Eysturoynni skulu íløgur fyri 100 tals  milliónir gerast um rímuligur farvegur skal verða til tunnilsmunnan.  Hettar verður dagliga lítið tosa um. Men í hesum málið verður bert tosa um farleiðina millum munnarnar.

Ein tunnil Kambsdalur – Skálabotnur, hevur nógv positivt í sær.

Vit hyggja ikki einoygt uppá farleiðina til høvuðsstaðin.  Her fáa vit eisini eina farleið Eystur – Vestur og Norður.  Vit
fáa fatur í tann nýggja vegin sum í hesum døgum verður gjørdur á  vestara armi á Skálafjørðinum. Hesin vegur liggur allur sum han er  uttanfyri bygt økið. Ein vegur sum hevur framtíðarperspektiv.

Dagliga  ferðslan til skúlaøkið og ídnaðarøkið á Kambsdali er sera stór, og  hevði tunnilin stytt munandi um farleiðina hjá mongum.  Sera tung ferðsla er dagliga til og frá Fuglafirði, henda ferðsla hevði eisini havt gott av hesum tunnli.

Ætlanin er avgjørt skilagóð, men sum eg skilji so vita býráðslimirnir tíverri einki um hesa avgerð.  Tað er spell. Tí er tað nakað sum kann skapa rumbul, so er tað táið tey avvarandi verða hildin uttanfyri týðandi avgerðir.

Mín vón er, at skil fær vald á følilsum, og at røttu avgerðir verða tiknar í hesum tíðandi máli.

Hettar  er avgjørt síðsti møguleikin at flýggja frá blindtarminum. Men eg eri  bangin fyri, at maktgreðin fer at taka valdið á sunnum hugsunarhátti,  og jarðleggur hettar málið.

 

[29.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]