Rekord hiti í septembur

Hóast summarið hevur verið so vátt sum flestu okkara ikki minnast til áður, so hevur lýðkan tó verið í luftini.

DMI sigur frá at septembur mánaði var rekordlýggjur í ár. Allar  veðurstøðir á oyggjunum rukku hægsta miðaltal síðani málingarnar  byrjaðu.Miðalhitin í Havn varð 11,5 gradir móti tí vanliga  9,1gradir í septembur. Rekordin áðrenn hesa var frá 2002 og varð hon 11,1 grad.DMI sigur víðari: ” Vit hava álítandi málingar í Havn  heilt aftur til 1890, so ein hækkan uppá 0,4 gradir má sigast at vera  nógv.”

Vanligur miðalhiti í juli er 10,3 gradir, og juli í 2006 kom uppá 11,4 gradir.  Vanligur miðalhiti í august er 10,5 gradir, og í august 2006 var hann 11,3 gradir. Lýðkan og nógva regnið í heyst – man tað verða ein avleiðing av spáddu veðurlagsbroytingunum?